/https%3A%2F%2Fwww.omnycontent.com%2Fd%2Fprograms%2F88c335ba-6520-4de0-97b0-ad3a00d192cf%2F00e4db3f-6b35-4fe0-b030-af6100fc7dc9%2Fimage.jpg%3Ft%3D1713429921%26size%3DLarge)
Frímælt
Frihedsbrevet Føroyar
127. Tá bispur vil hava ein Suðuroyartunnil
FEB 20, 20269 MIN
/https%3A%2F%2Fwww.omnycontent.com%2Fd%2Fprograms%2F88c335ba-6520-4de0-97b0-ad3a00d192cf%2F00e4db3f-6b35-4fe0-b030-af6100fc7dc9%2Fimage.jpg%3Ft%3D1713429921%26size%3DLarge)
Description
Tað er eitt pakkað programm, sum er á skránni í Frímælt hesa ferð.
Vit ringja til Teit og fáa søguna um eitt serligt klaver. Vit tosa um bisp, sum hevur lagt seg út í kjakið um Suðuroyartunnilin. FMA-tilnevningarnar eru komnar út, so teimum venda vit. Leikurin Skeivur verður frumframførdur í Luux hetta vikuskiftið, har Marius DC er ein av leikarunum. Hann greiðir frá hesum.
Hin sjónleikarin í dagsins pallborði, Sámal Hansen, greiðir frá sínum leikluti í Seinasta paradís á jørð - og hvat hann gjørdi, tá hann frætti, at hann var í uppskoti til eina Bodil-virðisløn.
Aftrat øllum tí vitja vit eisini Búnaðarstevnuna á Torradøgunum í Klaksvík, umframt at vit eisini hyggja nærri at arbeiðinum, sum Durita Fagradal Augustinussen hevur gjørt í sambandi við, at hon hevur ment ein dátugrunn fyri Frihedsbrevet, sum hevur kortlagt, hvussu nógv føroyingar eiga av húsum, íbúðum og býlum annars.
Gestir í Frímælt eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet, Sámal Hansen, sjónleikari, og Marius DC, tónleikari.
Vertur er Rólant Waag Dam.
See omnystudio.com/listener for privacy information.

