Lívið er okkara gáta

Kringvarp Føroya

Lívið er okkara gáta 

MAR 5, 202440 MIN

Description

Kári Poulsen og Terji Rasmussen eru uppvaksnir í hvør sínum umhvørvi í Havn. Kári vaks upp í einum kristnum heimi við mammu, pápa og tveimum syskjum, meðan Terji vaks upp á Reyni saman við mammu síni, og spældi til dans longu sum 14 ára gamal.   Tá teir eru stórir tannáringar, koma teir at kennast, tí báðir spæla tónleik. Men tað vísir seg, at teir hava meira til felags enn bara tónleikin.