Frímælt

Frihedsbrevet Føroyar

Details

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

Recent Episodes

FEB 27, 2026
128. Valfepur og nakrir djarvir menn
Valfepur hevur rakt Frímælt og vit hyggja eftir nøkrum av týdningarmiklu tættunum, sum hava víst seg hesar fyrstu dagarnar. Og so ringja vit til Bárð á Steig Nielsen og spyrja, hvar hann var, nú hann ikki var partur av forfólkaumfarinum mikukvøldið. Kendi sjónvarpsverturin John Johannesen arbeiðir ikki longur í Kringvarpi Føroya. Hetta kemur í kjalarvørrinum av nøkrum søgum, sum Frihedsbrevet hevur skrivað um hann. Í vikuni trinu tveir menn fram við navni og greiddu frá ágangi, sum teir høvdu upplivað frá nú fyrrverandi vertinum í Degi & viku. Í næstu viku er femifagnaðarvika. Ein røð av tiltøkum er á skránni, sum vit venda. Har í millum Gentuvesið Live, sum Rannvør Fríða Eyðunsdóttir er vertur á saman við Anniku Dalsgaard - og har Barbara Holm skal vera gestur. Hetta og ymiskt annað, bæði úr Føroyum og uttan úr heimi, eru dagsins evni. Gestir í Frímælt hesa ferð eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur á Gentuvesinum, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.
3 MIN
FEB 20, 2026
127. Tá bispur vil hava ein Suðuroyartunnil
Tað er eitt pakkað programm, sum er á skránni í Frímælt hesa ferð. Vit ringja til Teit og fáa søguna um eitt serligt klaver. Vit tosa um bisp, sum hevur lagt seg út í kjakið um Suðuroyartunnilin. FMA-tilnevningarnar eru komnar út, so teimum venda vit. Leikurin Skeivur verður frumframførdur í Luux hetta vikuskiftið, har Marius DC er ein av leikarunum. Hann greiðir frá hesum. Hin sjónleikarin í dagsins pallborði, Sámal Hansen, greiðir frá sínum leikluti í Seinasta paradís á jørð - og hvat hann gjørdi, tá hann frætti, at hann var í uppskoti til eina Bodil-virðisløn. Aftrat øllum tí vitja vit eisini Búnaðarstevnuna á Torradøgunum í Klaksvík, umframt at vit eisini hyggja nærri at arbeiðinum, sum Durita Fagradal Augustinussen hevur gjørt í sambandi við, at hon hevur ment ein dátugrunn fyri Frihedsbrevet, sum hevur kortlagt, hvussu nógv føroyingar eiga av húsum, íbúðum og býlum annars. Gestir í Frímælt eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet, Sámal Hansen, sjónleikari, og Marius DC, tónleikari. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.
9 MIN